Ongi úrslit

Sluppu væl burtur úr ógvusligum ferðsluóhappi

Áki Bertholdsen
5. november kl. 07:46

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á skálafjørðinum, á strekkinum ímillum Skipanes og Skálafjørð.

Ein bilur var á veg inn eftir, tá ið førarin misti tamarhaldið á bilinum so at hann fór út av.

Løgreglan sigur, at bilurin fór rættiliga illa. Tvey fólk vóru í bilinum, men tey kláraðu sjálvi úr bilinum og sóu ikki út til at hava fingið stórvegis mein av óhappinum.

Men av trygdarávum vórðu tey kortini flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hví førarin misti tamarhaldið á bilinum.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17

Vit vóru noydd at siga nei

21 tímar síðan