Ongi úrslit

Sløkkiliðið í Sunda kommuna heiðrað

Landsstýrismaðurin helt røðu, og fleiri vórðu heiðrað fyri langa og trúgva tænastu

© Myndir: Sunda kommuna/Kjartan Madsen
Sunda kommuna Eyðstein Zachariasen Borgarstjóri og formaður í tilbúgvingarnevndini
21 tímar síðan

Í nógv ár hava fólk í Sunda Sløkkiliði tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í dag vórðu nøkur av hesum heiðrað á Torginum í Skúlanum við Streymin. Somuleiðis fingu øll sløkkiliðsfólkini hvør sín jakka frá kommununi í gávu.

Í sambandi við løtuna varð heitt á landsstýrismannin, ið varðar av tilbúgvingarmálum, at koma norð til Sundalagið og heiðra teimum, ið lúka treytirnar fyri at fáa heiðurstekn frá Føroya Landsstýri. Til løtuna søgdu borgarstjórin og landsstýrismaðurin í Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum, Eirikur í Jákupsstovu, nøkur orð og takkaðu fyri drúgva tænastu.

Til løtuna í dag vórðu hesi starvsfólk heiðrað:

Jón Láadal, 33 ár í Sunda Sløkkiliði og enn í starvi
Símun Niclasen, 32 ár í Sunda Sløkkiliði og enn í starvi
Helgi Elttør, 31 ár í Sunda Sløkkiliði og enn í starvi
Magnus Madsen, 27 ár í tilbúgving í Føroyum, harav tilbúgvingarleiðari í Sunda sløkkiliði síðani oktobur í fjør.

Um sløkkiliðsfólk kann sigast, at tá ið fólk fara inn at krógva seg undan illveðri, so fara hesi út í tænastu, og tá ið fólk fara út úr eldinum, so fara hesi inn í eldin. Kommunan takkar øllum sløkkiliðsfólkum fyri arbeiðið, ið tey hvønn dag leggja fyri dagin, til tess at tryggja kommununa og lokala fólkið.

Myndirnar hevur Kjartan Madsen tikið.

Nøkur av sløkkiliðsfólkunum vanta á myndini.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14