Ongi úrslit

Sleppa øll við?

Jenis av Rana
5 tímar síðan

Tað sigst, at veljarin er stuttmintur, men hvar er markið?

Og minnist politikarin eisini stutt?

Eg spyrji, nú eg síggi valplakatir javnaðarfloksins, sum ljóða: ”øll skulu við”.

Veruleikin og slogan.

 Bert 3 mánaðir eru farnir, síðani flokkurin, sum nú bjóðar øllum við, segði nei til ófødda barnið!

Tey noktaðu tí allar veikasta og mest hjálparleysa at ”sleppa við”.

Tey atkvøddu fyri einum útveljingarsamfelag, har tey veikastu ikki ”sleppa við” at liva!

Heldur enn at veita tørvandi foreldrum hjálp og bjóða barni teirra vælkomið ”við”, vrakaði flokkurin barnið.

Tey bjóða fosturtøku heldur enn hjálp.

Skeivur boðskapur á lyktarsteyrum

Í dag rópa lyktasteyrar og aðrir pallar um hykl javnaðarfloksins.

Veruligi boðskapur teirra er jú: ”øll skulu við, tó ikki ófødda barnið”. 

Uppskotið er ætlað at koma í gildi 1. juli.

Valdagin hevur tú møguleika at hjálpa okkum í Miðflokkinum at steðga ”uppskoti deyðans”.

Um vit fáa nóg stóran stuðul, kann verða at tað eydnast at bjarga føroya børnum!  

Jenis av Rana

Formaður Miðfloksins

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Danskur ráðharri: Sjúrður er a pain in the a**

1. mars kl. 16:41