Tað eru tvey vegastrekki í Havn, sum eru rættiliga umstrídd, tí tey hava kostað fleiri bilførarum bæði bót og klipp í koyrikortið - og fleiri hava eisini mist koyrikortið.
Tað eru Velbastaðvegurin frá býnum og út á Norðasta Horn og tað er Havnarvegurin, sum er nýggi ringvegurin oman fyri Havnina, sum varð gjørdur í Sambandi við Eysturoyartunnilin.
Báðir vegir eru í óbygdum øki, so av røttum skuldi tað verið loyvt at koyra 80. Men har er hámarksferðin sett niður í 60, og tá skulu bilførarar verða serliga varnir. Koyra teir bara 76, fáa teir klipp í koyrikortið, og koyra teir 81, missa teir koyrikortið.
Bæði vegastrekkini eru góð at koyra eftir, og tað hevur kostað nógvum bilførarum dýrt, tí nógv koma at koyra alt ov skjótt, mest sum av óvart.
Tað hevur elvt til stóra misnøgd og nú hevur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Kommunulistan, skotið upp fyri býráðnum, at hámarksferðin verður sett upp í 70.
Hann sigur, at skal hámarksferðin setast upp í 80, verður tað ein størri verkætlan, tí so skal vegurin verða breiðari og vegamerkingar skulu broytast.
Men verður hámarksferðin sett upp í 70, er bara skifta skeltið, sum sigur, at hámarksferðin er 60, um við eitt skelti, sum sigur, at hámarksferðin er 70.
– At koyra 60 eftir Havnarvegnum er næstan sum at vera til gongu, sigur hann. Og onkur annar helt, at tað føldust heilt ónátúrligt bara at koyra 60.
Yvirhøvur er undirtøka í býráðnum fyri at hækka ferðmarkið upp í 70, men býráðslimir halda eisini, at tað sama eigur at verða galdandi fyri Velbastaðvegin.
Men ein býráðslimur sum ivast, er Annita á Fríðriksmørk, sum umboðar Tjóðveldi. Hon ivast, tí Havnarvegurin er smalri enn Kaldbaksvegurin og aðrir landsvegir.
Har eru eisini fleiri krossvegir, sum gera, at vit skulu ansa serstakliga væl eftir, áðrenn vit seta ferðina upp, heldur hon.
Men nú hevur býráðið samtykt, at Tekniska nevnd hjá býráðnum skal arbeiða víðari við málinum og koma til eina niðurstøðu í sambandi við myndugleikar og ráðgevarar á økinum.