Ovastevna var í Nólsoy um vikuskiftið og har var nógv fólk komið saman í dýrdarveðrinum. Mett verður at eini 4-5 túsund fólk vóru í Nólsoy og sum heild var lagið gott á fólki. Nógv fólk var til staðar á felagssanginum og í Maggies spældi Eyðun Nolsøe síni kendu løg.
Men sium tað leið út á kvøldið, varð eitt sindur kaldari og eftir midnátt vildu tey flestu ovestevnu-gestirnir sleppa aftur til Havnar.
Men hóast Teistin sigldi ofta, kann tað verða ein trupulleiki tá ið túsundtals fólk vilja sleppa til Havnar í senn.
Og tað var akkurát hetta sum hendi leygarkvøldið nakað eftir midnátt. Fólk stóðu í bíðiraðið og bíðaði eftir Teistanum - men so kom ein maður har, sum ikki hevði stundir at standa í bíðiraðnum, men trokaði seg frammum.
Tað vildi ein annar maður ikki góðtaka, og so varð áfast teirra millum.
Eygnavitni siga, at hóast vaktarhaldið var gott í Nólsoy, og hóast løgreglan var til staðar, var eingin til staðar akkurát har, so bardagin helt á einar 10 minuttir.
Báðir høvdu kenning - men so við eitt, komu teir báðir stríðsmenninir til sættis aftur - og so samdust teir bara um at fylgjast til Havnar á sama túri við Teistanum - og tað sá ikki út til at nakar hevði fingið mein av bardaganum...