Ongi úrslit

Framdi grovan harðskap - og fór av landinum

Áki Bertholdsen
10 tímar síðan

Í gjár varð ringt til løgregluna at melda harðskap. Løgreglan sigur, at talan er um grovan harðskap, sum er hendur fyri nøkrum døgum síðani.

Hinvegin hevur løgreglan ikki nakra forkláring upp á, hví tað tók fleiri dagar at melda.

Talan var um eina hending á einum privatum bústaði í Havn, har ein maður fór so illa við einum øðrum manni, at talan er um grovan harðskap.

Løgreglan sigur, at møguliga er talan eisini um frælsistøku, har tann, sum var fyri harðskapinum, ikki slapp, ella ikki tordi, avstað eina løtu.

Løgreglan sigur, at tey vita hvør gerningsmaðurin er - men trupulleikin er, at hann er útlendingur og hann er farin av landinum aftur.

Løgreglan sigur, at nú kanna tey, hvussu farast skal fram og um tað ber til at fáa fatur á manninum.

Og tað er kanska ivasamt, tí tá ið tey siga, at hann er farin av landinum, er tað longri enn til Danmarkar. Tey fáa heldur ikki sagt um meiningin var at hann skuldi av landinum nú, ella um hann beinleiðis er rýmdur undan løgregluni í sambandi við harðskapin.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14