Seinni í dag skal illa gitni Paul Watson aftur í rættin í Grønlandi. Hann varð handtikin tá ið John Paul DeJoria, sum er skipið hjá umhvørvisfelagsskapinum, hann hevur stovnað, legði at í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, at bunkra.
Hann varð varðhaldsfongsðaður til í dag, 15. august, tí at Japan hevur eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á japanskar hvalaveiðumenn í 2010.
Síðani hava myndugleikarnir í Japan biðið um at fáa hann útflýggjaðan og tann fyrispurningurin er til viðgerðar í danska lógmálaráðnum.
Men tá ið Paul Watson skal fyri rættin í dag, er tað ikki fyri at taka støðu til um hann skal útflyggjast til Japan, ella ikki.
Tað, rætturin skal taka støðu til, er, um hann skal leyslatast, ella um hann skal verða verandi í varðhaldi.
Men kortini slepst ikki undan at spurningurin um at útflýggja hann til Japan, verður tikin fram í rættinum í dag, skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq.
Ákæruvaldið fer at føra fram, at hann skal verða verandi í varðhaldi til lógmálaráðið hevur viðgjørt umbønina úr Japan um at fáa hann útflýggjaðan, tí annars er vandi fyri, at hann rýmur.
Sakførararnir hjá Watson halda fast um, at hann skal ikki útflýggjast til Japan, tí Japan heldur ikki reglurnar um mannarættindi.