Tá ið løgtingsval verður um um góðar tríggjar vikur, verður Henrik Old ikki at síggja á atkvøðuseðlinum.
Aldursforsetin í Løgtinginum hevur nevniliga gjørt av, at nú er stundin komin at gevast í politikki.
Hann sigur, at tað er ein tíð síðani, at hann boðaði felagi sínum, Suðuroyat Syðra Javnaðarfelag, frá síni støðu og heitti á tey um at leita eftir einum avloysara.
Henrk Old er 78 ára gamalur og eingin av teimum, sum nú manna Løgtingið, hava verið nær í námind so leingi í landspolitikki sum hann.
Hann var kom á ting í 1984 og sat til 2008, tá ið hann ikki stillaði upp aftur. Men á valinum í 2011, stillaði hann upp aftur, og varð afturvaldur og tað hevur hann verið hvørja ferð síðani.
Sostatt hevur hevur hann sitið næstan 40 ár á tingi - men í trý ár, frá 2015 til 2018, var hann eisini landsstýrismaður í samferðslumálum.
Henrik Old var undangongumaður fyri at skipa eitt tunils-sjakk undir Landsverki, so at Landsverk aftur skuldi bora tunlar.
Hansara hugskot var, at hetta tunnils-skakkið skuldi bora tunlar til tær smáu bygdirnar, Dal, Tjørnuvík, Gjáar og so framvegis.
Hann er sannførdur um, at hetta er einasti máti hjá teimum at fáa tunnil yvirhøvur.
Fyribils hevur tunnils-sjakkið borað tunnil til Dals. Ætlanin var so at Tjørnuvík skuldi standa fyri tørni, men tað hevur drigið út, og nú er óvist, hvussu verður við tí.