Meira enn triði hvør leikari á føroyska manslandsliðnum í hondbólti hevur gingið í skúlanum við Løgmannabreyt.
Í kvøld klokkan 19.30 spæla Føroyar fyrsta dystin í Golden League, sum verður leikt í Tróndheimi í Noregi. Mótstøðuliðið er Niðurlond, og verður hetta ein spennandi dystur – serliga nú Føroyar fyri kortum vunnu á Niðurlondum. Í mars endaði tað við jøvnum á heimavølli, og á útivølli vunnu vit 32-31. Hini londini í kappingini eru Noreg og Danmark.
Í skúlanum við Løgmannabreyt fylgja vit spent við og eru sera errin av, at heili sjey av teimum 19 landsliðsleikarunum hava gingið her í skúlanum.
Teir eru: Pauli Jacobsen, Rói Ellefsen á Skipagøtu, Høgni Heinason, Leivur Mortensen, Pætur Mikkjalsson, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Helgi Hildarson Hoydal.