Maðurin, sum skeyt við byrsu í Norðdepli í gjár, er nú skuldsettur.
Tað var um tíggjutíðuna fyrrapartin í gjár, at ringt varð til løgregluna úr Nordepli um ein fullan mann, sum gekk við byrsu.
Fólk vóru ótrygg tí byrsan var lødd og hann skeyt upp í luftina.
Løgreglan fór á staðið og eftir at løgreglan kom fram, royndu tey at tosa við hann. Hann læt eitt skot afturat av upp í loft, men so legði hann byrsuna frá sær.
Maðurin læt seg handtaka uttan nakað hóvastak og hann varð settur í varðhaldið ímeðan løgreglan kannaði málið og tók støðu til, hvat hann skuldi skuldsetast fyri.
Løgreglan sigur í morgun, at maðurin varð leyslatin aftur. Hann hevði loyvi at hava byrsu og hon var eisini skrásett.
Men hann er skuldsettur fyri at bróta vápnalógina tí hann hevur handfarið byrsuna á vandamiklan hátt.
Samstundis er hann skuldsettur fyri -í gáloysni- at hava at sett onnur í vanda. Men tann skuldsetingin verður kanska broytt til at hann verður skuldsettur fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar fyri at hava verið til ampa fyri onnur.
Tað merkir, at fyribils er eingin ábending um, at hann hevur skotið eftir fólki, ella ímóti húsum, ella nøkrum øðrum, sigur løgreglan.
Annars hevur løgreglan eisini lagt hald á byrsuna.