Ongi úrslit

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Annika Olsen
10. oktober kl. 17:00

Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna

Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Evni: Rentuskattur

Spurningar: 

  1. Nær vórðu reglurnar fyri rentuskatt broyttar?

  2. Hvør var upprunin/orsøkin til broytingina?

  3. Er landsstýriskvinnan samd í, at rentuskatturin ávirkar smáar fyritøkur og íverksetarafyritøkur meinari enn tær stóru fyritøkurnar í Føroyum?

  4. Um ja, er landsstýriskvinnan sinnað at gera broytingar hesum viðvíkjandi til frama fyri smáar fyritøkur og íverksetarafyritøkur?

Viðmerkingar:

Tað er nakað, sum bendir á, at reglurnar fyri rentuskatt í sambandi við virki vórðu strammaðar og handhevjaðar í 2015, sum gjørdi tað munandi truplari fíggjarliga fyri smærri fyritøkur og íverksetarafyritøkur at fóta sær, tí nú skuldi rentuskattur á 35% gjaldast.

Tað er greitt, at tað er munur á partafeløgum; summi eru væl fyri og væl bjálvaði og megna at gjalda rentu av ávísari skuld, men hetta er als ikki galdandi fyri tey smáu vinnurekandi og íverksetarar, sum royna at byggja eitt virksemi upp og at fóta sær. 

Tey, sum fáast við vinnu, vita, at tey fyrstu árini eru trupul fíggjarliga. Tað krevur tíð og orku, og ikki minst fíggjarliga orku, at fáa eina fyritøku upp at standa. Mong taka sær onga løn út úr felagnum fyri at styrkja felagið, meðan onnur leggja persónligan kapital til fyri at fíggja tól og útgerð við meira. Skattliga merkir hetta, at felagið stendur í skuld til eigaran, og sambært reglunum hevur hetta við sær, at rindast skulu 35% í rentuskatti.

Á Løgtingi, 10. oktober 2025

Annika Olsen


Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29