Ongi úrslit

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Annika Olsen
5. februar kl. 17:00

Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna

Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Evni: Samráðast í krónum

Spurningar:

Verður samráðst í krónum undir sáttmálasamráðingunum?

Viðmerkingar:

Nú samráðingarnar eru farnar í gongd á almenna arbeiðsmarknaðinum, er tað áhugavert at vita, um tað verður framhaldandi samráðst í prosentum, ella um tað eisini verður samráðst í krónum.

Hendan samgongan setti sær fyri at minka um lønargjónna við m.a. at geva nøkrum útvaldum bólkum í samfelagnum eitt lønarlyft. Talan var m.a. um námsfrøðingar, námsfrøðilig hjálparfólk, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk.

Endamálið við lønarlyftinum var at bøta um tann lønarstigan, sum varð settur í gildi við lønarreforminum frá 1969, sum setti tey, sum starvast innan heilsu- og umsorganarøkini, niðast í lønarstiganum.

Eftir lønarreformin í 1969 hevur verið samráðst í prosentum, og lønargjógvin er stútt og støðugt vaksin síðan, inntil lønarlyftið varð givið.

Lønarlyftið, sum samgongan framdi, kostaði landskassanum 47 mió. kr. Fyri at hetta lønarlyftið ikki verður útholað aftur við framhaldandi at samráðast í prosentum, er tað áhugavert at vita, um tað verður tikin hædd fyri hesum, nú lønarsamráðingarnar eru byrjaðar, og tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 5. februar 2026

Annika Olsen

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12