Ongi úrslit

Skottilburður undir borðhaldi fyri tíðindafólk í Hvítu Húsunum

Var skundaður av pallinum óskaddur

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Donald Trump, forseti, var skundaður av pallinum óskaddur, undir einum tíðindafólkabirðhaldi fyri tíðindafólk íøúr Hvítu Húsunum í Washington, DC, eftir at skot vórðu latin av.

Borðhaldið var hildið í Hotellinum Washington Hilton.

Ein álopsmaður vápnaður við haglbyrsu, hondbyrsu og fleiri knívum, skeyt og rakti ein embætismann í Secret Service. Hann er útskrivaður úr sjúkrahúsinum aftur, kúlan rakti hansara skotsikra vest.

Myndugleikarnir hava eyðmerkt tann illgrunasama at vera Cole Tomas Allen. Hann er 31 ára gamal og úr Kalifornia. Hettar siga fleiri keldur við CNN.

Hann verður ákærdur fyri at hava brúkt skotvápn og hava lopið á ein mann við hættisligum vápni, sigur amerikanski løgreglumaðurin, Jeanine Pirro.

Sambært fleiri altjóða miðlum hevur Cole Tomas Allen tey seinastu seks árini, starvast sum parttíðarlærari hjá C2 Education. Tað er ein fyritøka, sum bjóðar próvtøkufyrireiking og undirvísing.

Sama fyritøka útevndi Allen "Mánaðins lærara" í desember 2024. Tað stendur í einum uppslagi á hansara Facebook-vangamynd.

Sí video

Sí vakmyndatól úr hotellinum

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10