Skotar fara á val í dag

Loysingarflokkarnir standa til at vinna meiriluta, men spurningurin er, hvørt skotski loysingarflokkurin, SNP, fær meiriluta einsamallur

Steinar Patursson
6. mai 2021 kl. 10:20

Tjóðartingsval er í Skotlandi í dag, og longu nú hava fleiri enn ein millión skotar greitt postatkvøðu.

Tað er eingin ivi um, at skotski tjóðskaparflokkurin, Scottish National Party (SNP) fær flestar atkvøður á valinum, men ivasamt er, hvørt flokkurin megnar at fáa einsamallan meiriluta í kjalarvørrinum á koronu, samstundis sum Tey Grønu taka seg fram.

SNP flokkurin hevur í dag 61 av teimum 129 tingsessunum í skotska tjóðartinginum, Holyrood.

Ein veljarakanning í vikuni gav SNP flokkinum 68 tingsessir, meðan tey Grøna fóru frá fimm upp á níggju sessir. Tey Grønu stuðla loysing frá Stórabretlandi, og tí er ikki óhugsandi, at SNP og Tey Grønu kunnu skipa stjórn saman við tí fyri eyga at fáa í lag nýggja fólkaatkvøðu um loysing.

Fær SNP flokkurin meiriluta og kann skipa stjórn aftur, væntast, at farið verður til bretska tingið aftur við einari umbøn um nýggja fólkaatkvøðu um skotska loysing frá Stórabretlandi.

Fólkaatkvøða um loysing frá Stórabretlandi var í 2015, og ein meiriluti á 55 prosentum atkvøddi ímóti. Men skotska stjórnin heldur, at støðan er so mikið broytt í árunum síðani, nú Stórabretland hevur tikið seg úr ES, at tíðn er komin til eina nýggja fólkaatkvøðu.

Boris Johnson, forsætisráðharri í Stórabretlandi, hevur sagt, at hann metir ikki, at tíðin er røtt til at hava eina nýggja fólkaatkvøðu, men hann hevur kortini ikki gjørt greitt, hvørt hann ætlar at nokta hesum.

Skotska valskipanin er eitt sindur øðrvísi, enn vit kenna hana um okkara leiðir. Veljarin hevur tvær atkvøður. Onnur atkvøðan verður latin eftir sokallaðu First-past-the-post skipanini fyri vanlig valdømi, har tann, ið fær flestar atkvøður fyri eitt valdømi fær sessin, meðan allar hinar atkvøðurnar fella burtur. Hin atkvøðan verður greidd fyri størri øki ella valdømi, og har verða sessirnir mannaðir eftir lutfalli.

Hetta er eisini fyrstu ferð, at Alex Salmond, fyrrverandi fyrstiráðharri og fyrrverandi formaður fyri SNP flokkin stillar upp við nýggja flokkinum, Alba. Alex Salmond sat sum formaður í SNP flokkinum frá 1990 til 2000 og aftur frá 2004 til 2014. Samstundis var Salmond fyrstiráðharri í Skotlandi frá 2007 til 2014.

Salmond tók seg úr SNP flokkinum í 2018, eftir at hann var skuldsettur fyri kynsliga at hava gjørt seg inn á fleiri konufólk, meðan hann hevði sitið sum fyrstiráðharri.

Fyrr í ár setti Salmond á stovn Alba flokkin, ið er ein tjóðskaparsinnaður flokkur.

Valúrslitið verður kortini ikki greitt enn, tí orsakað av koronu verður ikki talt upp í kvøld og í nátt. Bíðað verður ístaðin til í morgin, og væntandi verður úrslitið klárt leygardagin.