Ongi úrslit

Skótahjálpin stuðlar trimum verkætlanum í ár

Skótahjálpin
2 tímar síðan

Frá leygardegnum 22. september til leygardagin 28. September fara føroyskir skótar kring alt landið at ganga hús í hús í sambandi við Skótahjálpina, sum í ár verður hildin fyri 42. ferð.

Vanliga letur Skótahjálpin stuðul til eina útlendska og eina føroyska verkætlan, men nevndin fyri Skótahjálpina hevur gjørt av, at tríggjar verkætlanir fáa stuðul í ár: ein føroysk og tvær útlendskar.

Hjálp til børn á Kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsinum í Havn

Føroyska verkætlanin, ið fær stuðul, er ein verkætlan hjá Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum í Havn.

Verkætlanin umfatar at veita børnunum regluligar samrøður og upplivingar í náttúruni, sum er eitt stað, har børnini kunnu vera til staðar í løtuni og kenna seg fræls og trygg. Við verkætlanini fáa børnini høvi at fara á gongutúrar, sansatúrar, at kynda bál og gera mat á báli, umframt at royna seg við øðrum náttúruverkætlanum, samstundis sum tey sleppa at seta orð og myndir á sínar upplivingar.

Hvørt ár gista millum 12 og 15 børn saman við mammum sínum á Kreppumiðstøðini, tí tey orsakað av harðskapi eru noydd at fara úr egnum heimi.

Øll hesi børnini hava upplivað harðskapin antin beinleiðis ella óbeinleiðis, og umráðandi er, at børnini gjøgnum samrøður og spæl fáa tað gott aftur.

Dreingjaheim í Addis Ababa í Etiopia

Í sambandi við býarmodernisering í Addis Ababa í Etiopia mátti dreingjaheimið Safety Boys Home flyta í onnur høli. «Nýggju» hølini eru slitin og í ringum standi, og hølini eru nógv merkt av neyðloysnum og leysum endum.

Safety Boys Home hjálpir dreingjum burtur úr einum lívi á gøtunum, har gerandisdagurin er nógv merktur av rúsevnum og vánaligum ella vantandi mati.

Dreingirnir, ið koma á dreingjaheimið, verða avrúsaðir, fáa mat og klæði, og teir fáa hjálp við at nema sær útbúgving. Eisini roynir Safety Boys Home at finna familjur teirra, har tað ber til.

Innkomni peningurin fer til at bøta um umstøðurnar og seta í stand Safety Boys Home, soleiðis at dreingirnir í Addis Ababa fáa eitt liviligt heim.

Tað er felagsskapurin Win Souls for God, sum rekur dreingjaheimið, og føroyski missiónsfelagsskapurin, Tæn Afrika, stuðlar dreingjaheiminum, umframt øðrum verkætlanum í Etiopia.

Menning av skótabólkum í Malawi

Skótarørslan í Malawi er farin undir miðvíst arbeiði at styrkja um skótabólkarnar kring landið. Fátækradømið í landinum hevur við sær, at tað er trupult hjá nógvum skótabólkum at virka, og summastaðni hava bólkarnir illa nokk ráð at gjalda limagjaldið til malawiska skótafelagsskapin.

Av tí at skótarørslan í Malawi tekur stóran lut í trivnaði og menning av ungum uttan fyri skótarørsluna, verður nú farið undir at menna bólkarnar í landinum, soleiðis at teir aftur kunnu menna samfelagið víðari.

Arbeiðið umfatar at geva bólkunum neyðugu amboðini at gerast fíggjarliga sjálvbjargnir. Ætlanin er at skipa fyri frálæru í fíggjarstýring, verkætlanarstýring og íverksetan, soleiðis at bólkarnir verða førir fyri at fremja pengaskapandi aktivitir.

Tað er Skótafylki Sigmunds Brestissonar í Havn, sum hevur samskifti við Skótahjálpina fyri skótarnar í Malawi.

Grundsetningurin fyri Skótahjálpina er, at børn hjálpa børnum, og hetta gera tey við at ganga hús í hús og bjóða seg fram til at gera okkurt fyrifallandi arbeiði aftur fyri nøkur oyru.

Hetta er 42. ferð, at tær tríggjar skótasamskipanirnar í Føroyum, KFUM skótarnir, KFUK skótarnir og Føroya Skótasamband, skipa fyri Skótahjálpini.

Vónandi verður eins væl tikið móti Skótahjálpini í ár sum undanfarin ár.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20