Ein maður brynjaði seg sjálvan inni í einum húsum í Bergen, og skeyt eftir løgregluni fleiri ferðir í einum tíðarskeiði uppá 12 tímar í dag. Hettar gekk fyri seg í Åsane í Bergen.
Løgreglan var send á staðið við stórum tilfeingi beint eftir klokkan 9.00 í dag, tá tey fingu fleiri fráboðanir um skot.
Klokkan 10.00 í boðaði løgreglan so frá, at maðurin hevði skotið eftir akfarinum hjá teimum inni úr húsinum.
Eftir at tey mistu sambandið við mannin eina tíð, kundi innsatsleiðarin Per Magnus Vabø boða frá beint eftir klokkan 19.00, at tey høvdu fingið samband við mannin aftur umvegis telefon, og tey hildu fram at tosa við hann.
Tá maðurin aftur fór at skjóta ímóti fólki klokkan 20.00 fór løgreglan inn í húsini og yvirmannaðu hann.
Løgreglan brúkti millum annað spreingievni og gass, til at noyða mannin út úr húsinum, og eldur kom tí í húsini.