Seinasta vápnið móti koronufarsóttini hevur fýra bein og eina váta nøs.
Hundurin er kendur sum besti vinur okkara, og er ofta til stóra nyttu við sínum serligum evnum at hjálpa fólki, ið til dømis hava mist ein sans. Nú kann hundurin eisini fara at gera nyttu, tá tað kemur til at basa koronufarsóttini. Tí granskarar eru í nýggjari kanning, sum er gjørd í Onglandi, komnir fram til, at servandir hundar eru skjótari at varnast koronusmittu, enn ein PCR-kanning og eru eisini meira eftirfarandi enn ein antigen-kanning.
Tað skrivar bretski miðilin, The Guardian.
Fólk, ið eru smittað við Covid-19, hava sambært kanningini ein serligan lukt, sum hesir servandu hundarnir kunnu snodda seg til.
Bretsku granskararnir brúktu seks servandar hundar til hesa kanningina, har teir megnaðu at finna koronusmittuna 94 ferðir út av 100 tilburðum við at snodda til klæðini hjá teimum smittaðu.
Tað er eitt vet minni, hvat ein PCR-kanning megnar at fanga, men er úrslitabetri enn ein sonevnd antigen-kanning. Tó vóru hundarnir skjótari at finna koronusmittuna enn ein PCR-kanning, tí tað tók hundunum bert eitt sekund at snodda klæðini og finna fram til smittuna.
– Hetta fevnir eisini um fólk, sum eru asymptomatisk (ikki hava sjúkueyðkenni, red.) og fólk, sum hava smáar virusmongdir, sigur professarin James Logan, sum hevur verið við at gera kanningina.
Kanningin er enn ikki blivin “peer reviewed” (ein javnlíkameting manglar, red.), sum merkir, at kanningin enn ikki er fakliga mett eftir viðurkendur akademiskum leiðreglum til at góðskuvátta vísindaliga arbeiðið.
Líknandi kanningar hava verið í Finnlandi, Fraklandi, Libanon og Tailandi, har millum annað altjóða flogvøllurin í Helsinki hevur brúkt servandar hundar at snodda fólk, fyri at finna koronusmittu.