Ongi úrslit

Skjót boðberan!

Maria Jacobsen
5 tímar síðan

Dittar tú tær at hava eina meining og á demokratiskan hátt brúka tíni rættindi at geva hana til kennar, kanst tú rokna við nógvum. Tú kanst verða møtt við ókvæmisorðum, óviðkomandi viðmerkingum, snaringum av tí, tú hevur sagt, men ikki minst: tøgn!

Seinastu tíðina havi eg skrivað nøkur lesarabrøv, ið hava snúð seg um eitt byggimál hjá Vága kommunu.

Tað, eg havi ført fram, er grundað á fakta í hesum málinum – upplýsingar, ið eru alment atkomuligir, um ein hevur hug at leita teir fram.

Einki, eg havi sagt, er tikið úr egnum barmi. Alt er undirbygt við skjølum – svart uppá hvítt!

Alment aftursvar havi eg einki fingið. Hvørki frá Vága kommunu, ið skrivini hava verið um, men heldur ikki frá omanfyriliggjandi myndugleikum, ið varða av tílíkum viðurskiftum. Hetta hóast eisini revsiverd viðurskifti eru í málinum.

Tøgn er ein sera góður máti at fáa fólk at gevast at mæla ímóti – tað er trupult at kjakast, tá hin parturin er kúrrur.

Men ikki allastaðni er tøgn. Sjálv havi eg ikki fb, men eg havi frætt, at fólk hava deilt míni lesarabrøv á t.d. fb-bólkinum Vit í Vága kommunu – og eru vorðin hunddálkaði fyri hetta. Tað smakkar mær sera illa, tí eingin annar enn eg, hevur ábyrgd fyri tí, eg føri fram.

Her hevur verið skrivað, at tey, ið eru flutt til Sandavágs, ikki eiga sama rætt at úttala seg um viðurskifti í kommununi, sum tey, ið eru hiðani. Hetta eru boð, ið fólk, ið hava búð í her í meir enn 20 ár, hava fingið.

Sjálv eri eg tilflytari – ella sum tað so fínt eitur í politiska rúminum í dag:“havi valt Vága kommunu til”.

Eg fari at heita á fólk, ið vilja viðmerkja, um at halda seg til evnið, ið er til umrøðu, og ikki tey fólk, ið umrøða evnið.

Skulu vit hava fólkavøkstur og trivnað í kommununi, kunnu vit sanniliga ikki – eftir 20 ár og fleiri – býta fólk upp í tit og vit.

Her eigur Vága kommuna at tala at, tí á henda hátt fáa vit ongan at flyta higar og trívast – og fólkavøksturin er steðgaður!

Vit kenna orðatakið “sannleikin er ofta illa lýddur”. Kanska er tað har, skógvurin trýstir, í hesum málinum.

Til áhugaða lesaran kann eg at enda upplýsa, at triðja lesarabrævið, ið snýr seg um vantandi ognarviðurskiftini til lendið, har kirkjugarðurin verður útbygdur, kemur um vikuskiftið.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

Í gjár kl. 10:23