Ongi úrslit

Skírishósdagur

© ChatGPT/vitlíki
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Skírishósdagur er dagurin har Jesus sigur lærusveinum sínum farvæl, við einari seinastu máltíð. Hettar er dagurin fyri Langafríggjadag, tá Jesus var krossfestur og doyði.

Eftir máltíðina sveik Judas Jesus til rómversku hermenninar, fyri 30 silvurmyntir. Hann eyðkendi Jesus fyri høvuðsprestunum við einum kossi í havanun Getsemane. Hettar førdi síðani til, at Jesus var handtikin og síðani krossfestur.

Skírishósdag minnast vit eisini eukaristiuna, har Jesus deilir breyðið og vínið við lærusveinar sínar. Við máltíðini vísir hann, at hann gevur seg sjálvan - eins og hann gevur lív sítt dagin eftir, Langa Fríggjadag, fyri menniskjans skuld. 

Síðani hesa hending, hevur máltíðin verið endurtikin við eukaristiuni undir gudstænastuni, nevniliga tá vit fara til altars. 

Meðan dagurin ikki er frídagur í til dømis Svøríki og Týsklandi, so hevur hann altíð verið frídagur í Danmark og Føroyum. Her siðvenja eisini er tann, at eta saman við familju og vinum.

Páskirnar eru elsta kristna hátíðarhaldið. Í Bíbliuni kunnu vit lesa, at Jesus og lærusveinarnir, sum vóru jødar, eta jødisku páskamáltíðina, sum er seinasta máltíðin hjá jødunum. Hettar hendir áðrenn teir vóru leyslatnir úr trældóminum í Egyptalandi.

Tær kristnu páskirnar byggja tí eisini á tær jødisku.

Jóhannesar evangeliið sigur okkum, at tað er eisini við seinastu máltíðina, at Jesus vaskar føturnar á lærusveinunum, sum ein tænari vanliga ger. Hetta ger hann fyri at vísa teimum, at tann størsti er tann, sum tænir hinum.

Tí hevur dagurin eisini altíð verið kallaður Maundy Thursday á enskum, sum merkir reinur hósdagur.

Kelda: folkekirken.dk

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Í gjár kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

9 tímar síðan