Ongi úrslit

Skera nú út í papp hvussu farast skal fram í sambandi við ferðafólk

Áki Bertholdsen
22. januar kl. 13:00

Heimablídni er ein skipan, har fólk kunnu bjóða ferðafólki heim at eta. Heimablídi krevur ikki góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni soleiðis sum vanligt matstovuvirksemi krevur.

Treytin fyri heimablídni er, at maturin skal verða gjørdur í privata køkinum, og etin í privata køkinum ella hølum, sum natúrliga eru knýtt at køkinum, kanska í stovuni.

Men matstovuvinnan hevur leingi ført fram, at skipanin verður misbrúkt til at reka meiri ella minni vanligt matstovuvirksemi og tað halda tey er ein órættvís kapping hjá matstovunum.

Men nú verður ein nýggj kunngerð sett í gildið, sum úgreinar, hvat heimablídni er.

Fyri, at talan kann vera um heimablídni, skulu hesar treytir vera loknar:

Veitarin er húsfólkið, sum býr á staðnum, har matur verður gjørdur og borðreiddur og maturin verður gjørdur í privatum køki, sum húsfólki brúkar dagliga.

Talan skal bara um matgerð eftir nærri avtalu við ferðafólk og bólkar av ferðafólkum, og tey, sum hava heimablídni, skulu ikki hava fastar upp- og afturlatingartíðir. Og samstundis kann heimablídni ikki fara fram í úthúsi, fjósi, neysti ella høli, sum ikki er bústaður hjá teimum, sum bjóða heimablídni.

Samstundis skal tað verða upplýst á sjónligum staði, at virksemið ikki er løggildað og ikki undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Og tey, sum bjóða heimablídni, skulu skrásetast hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

 

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14