Ongi úrslit

Skálafjarðar læknadømi

Súni Í Hjøllum
11. desember 2025 kl. 21:03

Í 1988 bygdu Runavíkar- og Nes kommuna í felag Heilsumiðstøðina í Runavík. Hon var fyrst og fremst ætlað til læknarnar, sum frammanundan hildu til á Toftum og í Doktarahúsunum í Heiðunum. Hetta var mikið frambrot fyri nærum 40 árum síðan. Síðan er talið av borgarum í økinum vaksið munandi – og tørvurin á kommunulæknatænastu tilsvarandi.

Í 2014 var Skálafjarðar læknadømi skipað sum eitt samstarv millum Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunu og Heilsumálaráðið. Semjan var, at eftir at akandi varð undir Saltnesgrynnuni, skuldi allur læknaførleikin savnast á tí, sum nú varð umrøtt sum Heilsudepilin í Runavík.

Nú er avgerð tikin um, at 5 kommunulæknar skulu virka í Skálafjarðar læknadømi, og samsvarandi hesum verður nú farið undir at umbyggja Heilsudepilin soleiðis, at rúm verður fyri øllum kommunulæknunum í einum og sama húsi. TN-Bygging á Glyvrum skal gera arbeiðið, og í gjár skrivaðu borgarstjórarnir í Nes- og Runavíkar kommunu saman við Torben Nielsen undir sáttmála um umvæling og nýbygging í niðaru hæddini í hølunum, har ið tríggir kommunulæknar virka á ovaru hæddini.

Væntandi verður arbeiðið liðugt í mai-juni mánaða 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41