Skála Ítróttarfelag og Elias Kringberg Haug hava skrivað undir ein sáttmála, ið er galdandi frá nú av og til og við kappingarenda 2026.
Elias er verjukendur miðvallarleikari. Hann er 19 ára gamal og kemur úr Noregi. Hann hevur leikt ungdómsfótbólt við Askim í Noregi. Sum 15 ára gamal fekk hann sáttmála við Sarpsborg 08, sum spælir í norsku Eliteseriuni. Hann var tá tann yngsti leikarin, sum Sarpsborg 08 hevði gjørt sáttmála við.
Sum 17 ára gamal fekk hann sínar fyrstu minuttir í beinini fyri besta liðið hjá Sarpsborg, tá teir á vári í 2023 spældu ímóti Fu/Vo í norsku steypakappingini. Seinni hetta árið fekk hann sínar fyrstu minuttir í Eliteseriuni, tá hann bleiv skiftur inn ímóti stórfelagnum Bodø/Glimt. Nevnast kann eisini, at Elias hevur umboðað norsku U15, U16 og U17 landsliðini.
Elias kemur til Skála seinni í mánaðinum.
Skála keypir norskan miðvallara Skála keypir norskan miðvallara
Elias Kringberg Haug hevur skrivað undir við Skála

Skála Ítróttarfelag
23 tímar síðan
Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu
28. juni kl. 20:35

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi
30. juni kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita
28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram
28. juni kl. 21:08

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum
Í gjár kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn
1. juli kl. 07:45
Leys størv

Smiður/sveisari
Umsóknarfreist: 06.07.2025

VASKIFÓLKI TIL FIMLEIKAHØLLINA Í TOFTA SKÚLA
Umsóknarfreist: 14.07.2025

Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist: 06.07.2025

Ráðgevi til Mat- og tilfeingishúsið
Umsóknarfreist: 06.07.2025

Bakkafrost søknast eftir arbeiðsfólki til góðskingarvirkið á Glyvrum
Umsóknarfreist: 14.07.2025

VASKIFÓLKI TIL TOFTA SKÚLA
Umsóknarfreist: 14.07.2025

Søkt verður eftir Føroya lands besta køksseljara!
Umsóknarfreist: 22.07.2025