Í gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði kanska verið í tveimum vinnubygningum í Havn.
Løgreglan sigur, at í gjár varð ein maður tikin í tí sambandi. Í hesum føri er hann skuldsettur fyri eitt innbrot og eina roynd at bróta inn.
Hann fekk nakað av pengum burtur úr innbrotinum.
Men hesin sami maður er áður tikin fyri fleiri onnur innbrot og nú er bikarið fult. sostatt varð hann settur í brummuna í nátt og á miðdegi verður hann førdur fyri rættin í dag við kravi um, at hann skal varðhaldsfongslast.