Ongi úrslit

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

Fýrverk yvir Havnini eina lognar-nýggjársaftan. Soleiðis verður ikki í annaðkvøld
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Nýggjársaftan er í annaðkvøld og kring alt landið hava fólk gjørt seg út við fýrverki og at brenna bál fyri at biðja árinum farvæl og at bjóða nýggja árinum vælkomnum.

Men tað er synd at siga, at veðrið verður til vildar til at skjóta fýrverk og at brenna bál í morgin, tí tað verður nógvur vindur, kanska beinleiðis stormur summastaðni.

Á Veðurstovuni siga tey, at fleiri staðni kring landið hava tey ringt at spyrja um veðrið, og tað er eisini summastaðni, at tey longu hava gjørt av at framskundað nýggjárhaldið til í kvøld.

Og eftir veðurtíðindunum at døma, er tað ikki eitt vánaligt hugskot - í hvussu so er ikki har ættin stendur á.

Eftir lógini er tað annars bara loyvi at skjóta fýrverk nýggjársaftan, nýggjársdag og 2. januar. Men loyvi kann fáast frá løgregluni til at skjóta aðrar tíðir.

Í annaðkvøld verður hann nevniliga norðan í ættini við nógvum vindi, og tað sær út til at mesti vindurin verður norðan fyri.

Men so kunnu staðkend fólk, hvør í sínum lagi, meta um, hvussu góð, ella ring, norðan er hjá teimum.

Soleiðis sær vindkortið hjá Veðurstovuni út á midnátt í annaðkvøld

Á Veðurstovuni siga tey, at í dag, í kvøld, og út á fyrrapartin í morgun liggur hann mest av vestri, 5-10 metrar um sekundið.

Tað verður hampiliga turt í dag, tó er vandi fyri onkrum æli.

Men út ímóti miðdegi í morgin veksur hann vindin nakað, kanska upp í 10 - 15 metrar um sekundið.

Út á seinnapartin fer hann upp í útnyrðing, framvegis 10 -15 metrar um sekundið, men norðan fyri kunnu tey vænta sær meiri vind, kanska upp í 18 metrar um sekundið.

Í morgin verður okkurt ælið, men onkustaðni eru eisini onkrir sólglottar væntandi

Men í annaðkvøld sær út til at tað fer at regna - men meginparturin av regninum verður norðan fyri.

Í annaðkvøld fer hann so upp í norðan og tá veksur hann vindin, upp í 18 merar um sekundið, so tað verða ikki nøkur serlig líkindini at skjóta fýrverk.

Veðurstovan sigur, at onkur forsøgn sigur heilt upp í 23 metrar um sekundið beint norðan fyri Føroyar, men spurningurin er so um tað rakar okkum.

yvirhøvur sær út til, at mesti vindurin verður norðan fyri.

Tá verður eisini kaldari, onkrar forsagnir vísa at tað verða nøkur kuldastig undir náttina - og tað avfallið sum verður, verður kavi.

Veðurstovan sigur, at vindferðin, tey upplýsa, er miðal vindur, so tað verður harðari í hvirlunum.

Tey siga, at ein tummilsregla er, at í hvirlunum er vindferðin ímillum 25 prosent og 50 prosent harðari enn hon er í miðalvindinum.

Tað passar eisini væl tí danska veðurstovan sigur, at hann verður upp í 25 metrar í hvirlunum.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

Í gjár kl. 22:00

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10