Í gjár var løgreglan í Klaksvík á ferð og kannaði ferðsluna. Tey kannaðu ferðsluna í Kráargøtu í Klaksvík, og har er tað galdandi, at tað er bæði einvegis ferðsla, umframt at mest loyvda ferð er 30 kilometrar um tíman.
Men hava bilførarar, eftir øllum at døma, ilt við art venja seg við, tí har vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra øvugtan veg av tí, sum loyvt er. Tað fáa teir bæði bót, og klipp í koyrikortið fyri.
Men tá ið hámarksferðin er lægri enn vanligt, skal einki til fyri at fáa klipp í koyrikortið, ella at missa tað.
Sostatt fingu tríggir bilførarar bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 46 og 50 kilometrar um tíman. Harafturat misti ein bilførari koyrikortið treytað fyri at koya yvir 50.