Tað hevði verið ein góð íløga at gjørt ein tunnil av Fútakletti til Vatnsoyrar, undir bygdunum Sandavági og Miðvági.
Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og í samferðslumálum.
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana, hvørjar ætlanir eru um at bøta um ferðslutrygdina í samband við ferðsluna til og av flogvøllinum.
Í hesum sambandi hevur verið tosað um at gera tunnil av Fútakletti til Vatnsoyrar, og Ruth Vang sigur, at tað hevði verið ein íløga, sum hevði loyst seg.
Hon sigur, at tann besta loysnin er at leiða ferðsluna av Fútakletti, til Vatnsoyrar, undir Sandavágsháls, sum er eitt tað ringasta vegastrekki at koyra eftir um veturin - og undir bygdunum Sandavági og Miðvági
Men nær ein varandi loysn verður funnin, veldst um, hvussu nógvir pengar verða játtaðir til endamálið, leggur Ruth Vang afturat.
– Fyribils útrokningar vísa, at ein tunnil til Vatnsoyrar er ein góð íløga, sigur hon. Ein greining vísir, at nyttan er størri enn kostnaðurin av at gera og reka íløguna, leggur hon afturat.
– Sostatt er hetta ein lønandi íløga, sigur Ruth Vang.
Men hon ásannar, at talan er um stórar íløgur, og at tað verður ringt at fáa játtan til at fáa ein nøktandi farleið á Vágum hesi næstu árini.
Men hon vónar, at tað ber til at fáa eina semju um eina íløguætlan, har ferðslan til og av flogvøllinum verður tikin við.