Ongi úrslit

Sjúrður meiri enn tvífaldar metið

Ongantíð áður hevur nakar verið í nánd av at vinna so nógvar persónligar atkvøður, sum Sjúrður Skaale í dag hevur vunnið á fólkatingsvalinum

Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Sjúrður Skaale hevur í dag vunnið so stóran sigur á fólkatingsvalinum, sum eingin nakrantíð áður hevur vunnið, og sum tað undan valinum bar illa til at ímynda sær fór at bera til.

Í 1988 setti Finnbogi Ísakson met í persónligum atkvøðum. Hann var einsamallur á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum og fekk 4422 persónligar atkvøður.

Enn er úrslitið í størsta valstaðnum, sum er í Havn, ikki endaliga upptalt. Men tað er greitt, at Javnaðarflokkurin hevur vunnið fyrra sessin, og at Sjúrður Skaale er endurvaldur. Persónliga atkvøðutalið hjá honum táttar í 11 túsund.

Í kvøld hevur tað í løtum nærkast, at Javnaðarflokkurin fór at vinna báðar sessirnar. Enn er tað ikki endaliga greitt, men tað sær út til, at Sambandsflokkurin fer at fáa seinna umboðið, og at tað verður Anna Falkenberg, sum er er afturvald. Persónliga valið hjá henni er framúr. Hon hevur fingið omanfyri 5300 persónligar atkvøður, og harvið hevur hon í dag fingið fleiri persónligar atkvøður, enn nakar nakrantíð áður hevur fingið á fólkatingsvali í Føroyum.

Burtursæð frá Sjúrði Skaale, ið hevur fingið fleiri enn tvær ferðir so nógvar atkvøður sum hitt fólkatingsumboðið, ið Sambandsflokkurin sær út til at hava vunnið.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04