Sjúrður Skaale, afturvaldur fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, fór í morgun á fund við Mette Frederiksen.
Tíðindafólk spurdu føroyska atkvøðuslúkin hvønn hann peikaði á sum forsætisráðharra.
– Eg peiki á hana. Eg stuðli henni, segði føroyski fólkatingsmaðurin, eins og og hann boðaði frá at hann fór at gera í valdystinum.
Hann vildi tó ikki avdúka nøkur krøv til forsætisráðfrúuna fyri at stuðla eini komandi stjórn.
– Tað fari eg at umrøða við borðið, segði Sjúrður Skaale.
Leikluturin hjá Sjúrði Skaale er ikki líka áhugaverdur, sum eftir seinasta fólkatingsval.
Tá var Sjúrður Skaale tungan á vágskálini, um ein reyð stjórn skuldi skipast, tí tá var minst møguligur reyður meiriluti í Fólkatinginum. Kortini valdi Mette Frederiksen at skipa eina stjórn tvørtur um miðjuna.
Naaja Nathanielsen úr IA og Quarsoq Høeg-Dam úr Naleraq, sum bæði eru nývald grønlendsk fólkatingsumboð, skulu í dag hitta Mette Frederiksen, tí væntað verður, at tey fara at stuðla eini nýggjari danskari stjórn við reyðari leiðslu.
Anna Falkenberg, afturvaldur fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, er í Føroyum í dag, har hon er við í samgongusamráðingunum hjá Sambandsflokkinum saman við Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum.
Sambært TV 2 News skal hon tó luttaka á netfundi við virkandi forsætisráðfrúuna.
– Ein nýggjur bygnaður má gerast fyri, hvussu vit skipa okkum sum trý lond í einum ríki, annars fer tað ikki at halda. Tað verður mín greiði boðskapur, sigur Anna Falkenberg við TV 2 News