Ongi úrslit

Sjóvinnu- og Mentunarhúsið í Sørvági hevur fingið navnið “Messan”

Tíðindaskriv
4 tímar síðan

Tað var stórur áhugi at senda uppskot inn, heili 126 góð og áhugaverd uppskot komu inn.

Nevndin valdi einmælt navnið Messan til nýggja húsið.

Navnakappingina vann ungi miðvingurin, Ian Nolsøe Joensen.

Grundgevingin til navnið er:

Sørvágur er gomul fiskivinnubygd.

Orðið er gamalt, sum vit binda at sjónum og sjólívi.

Messuprát har mannskapið hittist til prát og at skaffa.

Í messuni er lív í. Har verða søgur sagdar og sangir sungnir.

Messan samlar alla manningina. Høg sum lág.

Orðið er lætt at benda.

Hugsi um lýsingar til tiltøk í húsinum.

Ung kenna ofta ikki til gomlu hugtøkini og orðini.

Navnið MESSAN er við til at varðveita orðið millum manna.

Húsið skal samla Vágar og Føroyar til tiltøk til álvara og gaman.

VIT SAMLAST Í MESSUNI.

Nevndin takkar Iani fyri beinrakna navnið og grundgevingina. Somuleiðis takk til tykkum øll fyri hini uppskotini.

Vinningurin er ein málningur eftir Pól Skarðenni. Á myndini sæst Pól handa Iani Nolsøe Joensen málningin. Ian valdi myndaevnið: Jesus saman við mannafjøldini.

Tað bleiv eisini trekt lut ímillum øll 126 innkomnu uppskotini, um 5 gávukort frá Vága Kajak:

Vinnarnir her vóru:

Dánial Jacobsen

Eyðun Lamhauge

Páll Poulsen

Jón Johansen

Mourits Mohr Joensen

Við bestu kvøðum.

MESSAN

Sjóvinnusavn og mentanarhús í Vágum

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

9 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

Í gjár kl. 15:20