Økið verður bjóðað út til eina samlaða íbúðarverkætlan, har áhugaðir boðgevarar sjálvir skulu leggja fram uppskot til, hvussu økið verður ment.
Samlaða økið er umleið 11.000 fermetrar. Kommunan leggur upp til eina fjølbroytta bústaðarbygging, men gevur annars víðar karmar til boðgevarar. Tað er upp til tey, sum bjóða, at gera eina útstykkingarætlan og áseta, hvussu bygningar og økið verða skipað.
Eisini er frælsi í, hvussu bústaðirnir verða skipaðir. Tað kann vera talan um eigara-, luta- ella leigubústaðir. Ábyrgdin fyri at fáa eina haldgóða og skilagóða loysn liggur hjá tilboðsgevaranum.
Atkoma og praktisk viðurskifti
Atkoma til økið verður frá verandi vegi. Kommunan vísir á, at nærri kunning kann fáast við at venda sær til tekniska leiðaran, Tummas Johannesen.
Freistin at lata inn tilboð er sett til 1. juli 2026 klokkan 12.00.
Við útboðnum vil Sjóvar kommuna leggja lunnar undir eina fjølbroytta bústaðarútbygging á Strondum. Kommunan letur upp fyri kreativum og ymiskum loysnunum, men krevur samstundis, at øll verkætlanin verður hugsað sum ein heild.
