Ongi úrslit

Sjósavnið í Sørvági er avhendað

Tað er Pól Skarðenni, listamaður, sum hevur sniðgivið bygningin við eyðkenda hvølvda bátinum á tekjuni

Sjósavnið hevur fingið navnið Messan
J&K Petersen Contractors
19 tímar síðan

Í klára og vakra veðrinum í morgun, fríggjamorgunin 19. desember 2025, varð Sjósavnið í Sørvági – sum nú fer eita eita Messan – avhendað.

Sigtór A. Petersen, stjóri fyri J&K Petersen og Sjúrður Poulsen, formaður fyri áhugafelagnum Sjósavn og mentanarhús í Vágum, skriva undir avhendingina.

Sjósavnið byrjaði sum eitt hugskot hjá áhugafelagnum Sjósavn og mentanarhús í Vágum afturi í 2013, har endamálið er at savna sjóvinnusøgu og mentan undir einum taki. Í dag er hugskotið so vorðið til veruleika, nú Sjósavnið stendur liðugt í Sørvági

Tað er Pól Skarðenni, listamaður, sum hevur sniðgivið bygningin við eyðkenda hvølvda bátinum á tekjuni.

“Við hesum bygninginum er Sydney komið til Sørvágs”, segði Sjúrður Poulsen, formaður fyri áhugafelagið, so væl. Um tó ikki í nógv minni formati, so fer Sjósavnið at rúma bæði mentan, tiltøkum og ferðafólkum eins og føroyingum sum heild – ein sonn perla fyri Sørvág

Arbeiðið at byggja Sjósavnið hevur gingið sera væl. Byrjað varð januar í ár, og bygningurin varð liðugur í desembur 2025, júst eftir tíðarætlanini. Serliga hevur tað verið spennandi og avbjóðandi at fáa gamla træbátin, nevndur Marna, fraktaðan, tilreiðargjørdan og so upp á tekjuna. Men tað eydnaðist, og riggar Marna bara avbera væl á tekjuni

J&K Petersen eru sera errin av at hava verið við at byggja hendan snøgga og serliga bygningin, sum uttan iva verður ein gróðrarmiðstøð fyri trivnaði og mentan í Sørvági.

Hjartaliga tillukku við Messuni, skrivar J&K Contratctors.

Byggileiðslan: Pól Mohr, verkætlanarleiðari hjáJ&K, Sigtór A Petersen, stjóri hjá J&K, Sjúrður Poulsen, formaður í áhugafelagnum Sjósavn og mentanarhús í Vágum, Pól Skarðenni, sniðgevi, Sonni Zachariasen, nevndarlimur í áhugafelagnum Sjósavn og mentanarhús í Vágum og Einar Brimnes, ráðgevi hjá Ráð

Træbáturin Marna, sum er á takinum, er 17 metrar til longdar og vigar 35 tons.

Sjúrður fær handað gávu frá Pól Mohr, verkætlanarleiðara á Sjósavninum

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14