Nýggja integratiónslógin, sum kom í gildi í fjørsummar, áleggur kommununum at skipa arbeiðið á økinum. Samstundis er krav um, at ein integratiónssamskipari skal vera settur í seinasta lagi 1. juli 2026.
Felags loysn fyri allar kommunur
Kommunurnar hava umrøtt, hvussu uppgávan best verður loyst. Semja er um eina felags skipan, og samstarvið fevnir um sjey kommunur: Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunu.
Við einari felags loysn fáa allar kommunur betri møguleika at veita tænastur til tilflytarar. Hetta er galdandi, uttan mun til stødd ella tal á tilflytarum.
Hevur týdning sum bindilið
Integratiónssamskiparin verður bindiliður millum kommunurnar og tilflytarar. Uppgávan er at veita kunning og vegleiðing og at styrkja tilknýtið til lokalsamfelagið.
Starvið fevnir eisini um at skipa fyri tiltøkum, stuðla tilflytarum í at læra føroyskt og hjálpa teimum at byggja netverk. Eisini skal samskiparin samstarva við myndugleikar og stovnar.
Starv verður sett í 2026
Starvið er lýst leyst. Miðað verður eftir, at nýggi samskiparin byrjar 1. juli 2026 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað í trý ár og fevnir um alt Suðuroynna. Starvsstaðurin verður í Vági og á Tvøroyri.