Ongi úrslit

Sjarmutrølluni í Norðuratlantshavi

Í Havn verður millum annað vitjað í Vesturkirkjuni

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 21:00

Maria Knude Oldhøj Nielsen frá danska filmsinstituttinum hevur gjørt vart við ein áhugaverdan eldri film úr Føroyum, sum nú kann síggjast ókeypis á netinum.

Hon skrivar:

Á stroymingarsíðuni hjá danska filmsinstituttinum, Danmark på film, er ein filmur fyri stuttum givin út um Føroyar við heitinum FøroyarSjarmutrølluni í Norðuratlantshavi. Filmurin er frá1989.

Fjølbroytti ferðamyndamaðurin Aksel Hald-Christensen vitjar í Føroyum. Við síni eyðkendu rødd greiðir hann frá føroyskari mentan og teimum bygdum og náttúruøkjum, ið hann filmar.

Filmurin byrjar við túrinum úr Esbjerg við sluppini Churchill til okkara høvuðsstað. Í Havn vitjar hann millum annað Vesturkirkjuna, Tinganes, Norðurlandahúsið, Skansan og plantasjuna.

Haðani heldur ferðin fram til aðrar bygdir, oyggjar og náttúruøki.

Hann vitjar millum annað Eiði, Tjørnuvík, Haldórsvík, Kvívík, Árnafirði, Vestmanna, Saksun, Klaksvík, Gjógv, Suðuroynna, Húsavík og Mykines.

Filmurin sæst her:

https://www.danmarkpaafilm.dk/filmur

Um Danmark på film:

Danmark på Film er ein ikki-handilslig síða og inniheldur nýtalgildaðar heimildarfilmar, ferðafólkafilmar, frágreiðingar, vikubløð, reklamufilmar, royndarfilmar o.a. Filmarnir eru ókeypis at síggja og koma fyrst og fremst úr skjalasavninum hjá danska filmsinstituttinum.

Í løtuni eru yvir 3200 filmar, og fleiri leggjast áhaldandi afturat.

Summir av filmunum eru upphavsrættarfríir og kunnu leggjast inn á heimasíður, facebooksíður við meira, um áhugi er fyri tí.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

14 tímar síðan

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

23 tímar síðan