Sjáldsamur veðrur í Íslandi

Í Njarðvík í Íslandi gongur ein heldur sjáldsamur veðrur. Onnur síðan er hvít, meðan hin síðan er svørt. – Hetta eigur arvafrøðiliga ikki at bera til, halda seyðaserfrøðingar

Sigurjón Einarsson
15. september 2021 kl. 13:26

Í íslendska býnum Njarðvík í Borgarfirði gongur ein heldur sjáldsamur veðrur. Onnur síðan er hvít, meðan hin síðan er svørt. Á høvdinum hevur hann bert eitt horn.

– Eg havi ongantíð sæð ein tílíkan seyð áður, sigur Andrés Hjaltason, ið er bóndi í Njarðvík.

Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Bóndin legði eisini merki til hendan veðrin, tá hann kom til verðina, tí litsamansetingin var ógvuliga óvanlig. Veðrurin hevur gingið í fjøllunum alt summar, men gongur nú í lendinum hjá bóndanum. Men tá teir vóru eftir veðrunum sá Andrés Hjaltason, at hesin sjáldsami veðrur hevði fingið horn, men at tað bert var ta eina hornið.

Seyðaserfrøðingar hjá íslendska ráðgevandi landbúnaðarmiðdeplinum hava ongantíð sæð ein tílíkan veðr áður. Teir siga, at arvafrøðiliga eigur tað ikki at bera til hjá seyði at vera litsamansettur soleiðis.

Nú skal veðrurin kannast, so serfrøðingarnir kunnu gera eina meting, hví tað kann vera møguligt við tílíkari litsamanseting, men fyrsta metingin er, at tað er hend ein samanrenning av tveimum eggum í lívmóðrini, hóast tað ikki kann sigast við vissu sum nú er.

Um tú veitst um onkran óvanligan seyð her í Føroyum, so vilja vit gjarna frætta frá tær. Til ber at skriva teldupost her.