Ongi úrslit

Sirið sigur fólkatingið hevur einki við Oyggjaleikirnar at gera

Løgtingið hevur játtað pengarnar, sum tað kostar at hava leikirnar í Føroyum, sigur Sirið Stenberg

Jonhard Hammer
5. desember 2025 kl. 19:36

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum alt annað enn fagnar tíðindunum um, at danska fólkatingið játtar pengar at fíggja Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027. Tað sigur hon á facebook vanga sínum.

Sirið Stenberg er forkvinna í Tjóðveldi og landsstýriskvinna í uttanríkis – og mentamálum. Hon sigur soleiðis, nú Anna Falkenberg fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin so fegin ber tíðindini um, at tað er partur av fíggjarlógarsemjuni í Danmark, at 2,5 milliónir eru játtaðar til Oyggjaleikirnar í Føroyum:

Hetta líkist ongum!

Tá ið avgjørt var, at oyggjaleikir skulu vera í Føroyum játtaði løgtingið ta upphæddina, sum tey søgdu leikirnir kostaðu. Hvørja krónu!

Oyggjaleikir, og mentanarpolitikkur, hevur onki við fólkatingið at gera. At føroysk fólkatingsumboð reypa av hesum er skammuligt.

Alt kann ikki vera til sølu!

Harvið er Sirið Stenberg samd við Tórbjørn Jacobsen borgarstjóra í Runavíkar kommunu, sum fyrr í dag gav ilt av sær um hetta sama.

https://dimma.fo/grein/hetta-er-national-skomm

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01