Ongi úrslit

Silja er aftur í Neistamálinum

Landsliðsmálverjin hevur seinasta árið spælt við Valur í Íslandi

Neistin/Tíðindaskriv
13. juni kl. 21:21

Landsliðsmálverjin, Silja Arngrimsdóttir Müller, kemur heim aftur til barndómsfelagið, Neistan, at spæla. Hon verður saman við Yui Shibuya og Erlu Eliasen múrurin í málinum hjá neistakvinnunum komandi kappingarár.

“Eg valdi at koma heim aftur til Neistan, tí tað er her eg kenni meg heima. Eisini sær hópurin sera spennandi út og vísti sera nógva framgongd gjøgnum árið í fjør, og hettar er ein sera stór orsøk til, at eg valdi at koma heim aftur”, greiður Silja Arngrimsdóttir Müller frá.

Silja Arngrimsdóttir Müller hevur seinasta árið spælt við Valur í Íslandi. Har vann føroyski landsliðmálverjin tvey gull heiðursmerki – fyrst European Cup, sum fyrsta íslendska kvinnulið nakrantíð, og síðani íslendska meistaraheitið.

Vit fegnast tí sjálvsagt um, at Silja hevur valt at koma heim aftur at spæla í bláum og gleða okkum til at síggja hana í málinum hjá Neistanum aftur.

Hjartaliga vælkomin heim, Silja, skrivar Neistin í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44