Ongi úrslit

Silas fer um teir fyrstu 100

Í dag hevur B36 boðað frá, at Silas Eyðsteinsson eisini tvey tey næstu árini fer at umboða árstalsfelagið

Jóannes Hansen
19. oktober 2024 kl. 16:18

Í morgin fer B36 til Klaksvíkar at spæla á útivølli fyri síðstu ferð í ár. Tá ið dysturin í Klaksvík verður av, vera tveir dystir eftir hjá B36, og báðir vera í Gundadali. Tann fyrri verður leygardagin um eina viku, tá ið Skála verður gestur í 27. og síðsta umfari í landskappingini, og so verður tað um tvær vikur, at B36 fer at spæla steypafinalu á Tórsvølli ímóti grannunum í HB.

Um tað í morgin verður, sum tað hevur verið nógvu tær undanfarnu ferðirnar, so fer Silas Eyðsteinsson at verja B36 málið í Klaksvík.

Dysturin verður serligur fyri 26 ára gamla B36 málverjan. Bæði tí hann, sambært FaroeSoccer, fer at verja málið í bestu deildini fyri 100. ferð, og tí Silas Eyðsteinsson og B36 í dag hava skrivað undir uppá, at málverjin verður á lønarlistanum hjá B36 fram til kappingarlok í 2026.

 Fram til og við 2019 umboðaði Silas Eyðsteinsson barndómsfelagið 07 Vestur. Í 2020 var hann í AB, í 2021 og 2022 var hann aftur í 07 Vestur, í 2023 var hann í B36 og spældi eisini tveir dystir fyri TB og tveir fyri EB/Streym, og so hevur hann í ár verið í B36.

Fyrra partin av árinum var Silas Eyðsteinsson fyri tað mesta eykamálverji, meðan Bjarti Mørk vardi málið í bestu deildini. Síðani Magne Hoseth tók við sum B36 venjari, hevur Silas Eyðsteinsson verið málverji í bestu deildini.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44