Stríðið er av – fyribils! Mangir drangar hava okur stýrt ímillum og mong hava brotini verið í bæði borð, har okur mundu kollsiglt, men okur vunnu leiðina fram!
Nú fara okur undir at prosjektera Suðuroyartunnilin – at prosjektera eina mennandi framtíð fyri Suðuroynna og, ikki minst, Føroya land!
Okur standa á gáttini til framtíðina!
Beint nú sær lovandi út, men sigurin er ikki endaliga vunnin enn. Okur mangla endaspurtin, tey seinastu bekkatøkini skulu takast, áðrenn okur kunnu siga, at sigurin er í hús!
Jeg havi havt sum aðalmál at fáa Suðuroyartunnilin samtyktan, tað vita tykur øll, ið kenna mjeg. Prosjekteringin er í hús, men løðast, spreingjast og borast skal, áðrenn floytan ljóðar og endaligi sigurin er veruleiki!
Tykur vita, at jeg persónliga, setti alt upp á spæl, fyri at fáa tunnilin samtyktan. Jeg fari ikki at sleppa endanum, men fari at gjøgnumføra hesa, fyri alt Føroya land, einastandandi verkætlan, ið fer at lyfta oyggj og land til higartil ósæddar hæddir.
Takk fyri álitið og stuðulin!
Bjarni Hammer