Ongi úrslit

Signar syngur á Summar Festivali

Signar í Homrum framførir á Summar Festivalinum í august

Tíðindaskriv
8 tímar síðan

Signar í Homrum spælir konsert á ársins Summar Festivali.

Signar hevur seinnu árini verið nógv frammi sum solistur. Hann hevur givið væl umtóktar sangir út, og hann hevur havt óteljandi framførslur á størri og smærri tiltøkum kring landið.

Serligt samband er millum Signar og Summar Festivalin, tí var kanska við einari heilt serligari framførslur í Tjaldinum á Summar Festivalinum, at hann fekk stóra gjøgnumbrotið sum solistur fyri góðum 10 árum síðani. Síðani hevur Signar havt fleiri framúrskandi konsertir á landsins størsta tónleikatiltaki.

Signar í Homrum fer í ár at hava framførslu saman við John Johansen á hugnaliga Torginum mitt á festivaløkinum. Teir fara at spæla sangir sum "Tað er gott at elska", "Kærleikans mátt", "Sorgblídni", »So eg vil vera" og aðrar, sum hava verið nógv spældir og sungnir, og sum kunnu savna føroyingar í heilhjartaðan felagssang.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

20 tímar síðan

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Tvey hús á Toftum fingu skaða av spreinging

24. juni kl. 07:40