Ongi úrslit

Signar og John taka Torgið

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 19:00

Signar í Homrum og John Johansen spæla leygarkvøldið á Summar Festivalinum

Signar í Homrum spælir konsert saman við John Johansen á ársins Summar Festivali.

Signar hevur seinnu árini verið nógv frammi sum solistur.

Hann hevur givið væl umtóktar sangir út, og hann hevur havt óteljandi framførslur á størri og smærri tiltøkum kring landið.

Serligt samband er millum Signar og Summar Festivalin, tí var kanska við einari heilt serligari framførslur í Tjaldinum á Summar Festivalinum, at hann fekk stóra gjøgnumbrotið sum solistur fyri góðum 10 árum síðani.

Síðani hevur Signar havt fleiri framúrskandi konsertir á landsins størsta tónleikatiltaki.

Signar í Homrum fer í ár at hava framførslu saman við John Johansen á hugnaliga Torginum mitt á festivaløkinum.

Teir fara at spæla sangir sum "Tað er gott at elska", "Kærleikans mátt", "Sorgblídni", »So eg vil vera" og aðrar, sum hava verið nógv spældir og sungnir, og sum kunnu savna føroyingar í heilhjartaðan felagssang.

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin. Konsertin hjá Signari og John er leygarkvøldið kl. 21:45

Mest lisið hesa vikuna

Út av lagið vánaligt

Í gjár kl. 18:00

Tvøroyrar kommuna biður um hjálp

3. august kl. 16:00

Vilja hava útlending vístan úr Føroyum

6. august kl. 07:41

Mein Kampf og Kári Sverrisson

4. august kl. 19:00

Suðuroyarsiglingin hjá Galaxy er framskundað eina viku

1. august kl. 13:35

Nú takkar hann fyri seg í politikki

4. august kl. 12:15