Kendi danski dansarin og undirhaldarin SIGMUND, sum hevur føroysk ættarbond, fer at læra børnini kular TikTok-dansir.
SIGMUND er dugnaligur sangari og dansari, og hann er kendur úr X Factor og fleiri øðrum sjónvarpssendingum. Nú kemur hann á fyrsta sinni á Summar Festivalin.
SIGMUND fer at hava tveir dansiverkstaðir í Silvalandi, og øll børn og ung eru hjartaliga vælkomin at luttaka og læra stuttlig og modernað dansifet.
SIGMUND fer eisini at heilsa uppá, og hvør veit – kanska ber til eina mynd saman við honum eisini.
Silvaland heldur til í KÍ-høllini og Badmintonhøllini, og øll, sum hava armband til Summar Festivalin, hava eisini atgongd til Silvaland.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.