Ongi úrslit

Siggi ætlar sær at kappast í toppinum

Í løtuni dugir nýggi NSÍ venjarin ikki at siga, um talan verður um at keypa útlendskar spælarar

Jonhard Hammer
1. desember kl. 21:29

Nú klokkan 20 var tíðindafundur í NSÍ hølunum í Runavik. Har boðaði NSÍ formaðurin Karstin Joensen frá, at nýggur NSÍ venjari er Sigurdur Ragnar Eyjólfsson, sum er 52 ára gamal íslendingur.

Hann hevur UEFA-pro útbúgving, og í bestu íslendsku deildini hevur hann verið venjari hjá ÍBV í 2014 og hjá Keflavík frá 2021 til 2023. Eisini hevur hann verið hjálparvenjari í norska Lillestrøm, og so hevur hann verið landsliðsvenjari í kvinnufótbólti í bæði Íslandi og Kina.

-Hetta kennist vera spennandi og áhugaverd uppgáva at fara undir. Eg havi sæð nógvar dystir hjá NSÍ, og tað er skjótt at staðfesta, at felagið eigur nógvar góðar spælarar. Málið hjá felagnum er at vera við í toppinum, og nú fara vit at tosa um, hvussu vit fáa sum mest burturúr spælarunum, sum eru í felagnum. Tað hevur stóran týdning fyri felagið, at teir, sum eru aldir í felagnum, fáa møguleika at spæla seg inn á liðið, og tað virði eg. Men um vit skulu vera við í toppinum, so verður kanska neyðugt at fáa styrk aðra staðni frá, staðfestir Sigurdur Ragnar Eyjólfsson, Siggi, í samrøðu við dimma.fo

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

23 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14