21 sigrar hevði SÍ vunnið á rað, og tann 22. kom eisini til høldar í dag í steypafinaluni ímóti ÍF við Tjarnir, men í dag stóð veruliga á hjá sørvingum, tá ið fuglfirðingar høvdu lagt seg á odda 2-1 í settum og vóru á odda 17-13 í fjórða setti. Men SÍ stóð ímóti trýstinum og vann settið 25-22 og síðani javnbrótaran 15-12 og er steypavinnari fyri áttandu ferð.
SÍ hevði vunnið fyrsta sett 25-23 uttan tað stóra hóvastákið, men ÍF hevði víst dygdir móti endanum, og tær sóust aftur í øðrum setti, har ÍF fór undan og vann 25-17. SÍ hevði framvegis trupulleikar við móttøkunumm, sum ÍF gjørdi sær dælt av og legði seg á odda 10-2 og 20-12, áðrenn settið var vunnið 25-21.
Góða gongdin hjá ÍF helt fram í triðja setti, og SÍ hevði veruliga knívin á barkanum, tá ið ÍF legði seg á odda 17-13. Við fýra stigum á rað javnaði SÍ tó til 18-18. ÍF togaði seg tó framumaftur 20-18, men ÍF gróv djúpt og soleiðis gjørdist støðan 22-22, tá ið SÍ vann tríggjar bóltar á rað og settið 25-22.
SÍ fekk flúgvandi byrjan upp á javnbrótaran, har serliga Jhonlenn var stinnur, og brátt var SÍ á odda 8-2 og 11-5. ÍF gav tó ikki skarvin yvir og bardi seg upp á 10-11. Men nærri kom ÍF ikki, og so vann SÍ loksins 15-12.
Dagsins leikari gjørdist Hákun Nón hjá ÍF.