Ongi úrslit

SF: Hans Edward gevur tí allan armin

Rocksangarin er til reiðar við nýggjum bólki á Summar Festivalinum

Jóhanna Højgaard
6. august kl. 22:30

Hans Edward Andreasen, ið var oddamaður og sangskrivari í tiltikna rockbólkinum The Dreams, er nú aftur til reiðar at stíga inn á føroyska rockpallin.

Eftir longri steðg er rocksangarin klárur við nýggjari orku og nýggjum bólki.

Swardi er nýggi rockbólkurin hjá Hans Edwardi Andreasen, og hann fer at spæla stóru hittini hjá The Dreams og bólkinum glóð umframt nýggjar sangir.

Fólk sleppa á Summar Festivalinum at uppliva Swardi tulka sangir sum »La' Mig Være«, »Backstabber«, »Verden Vil Bedrages«, »Spilt tíð« og »Sasasasa« við fullum útblástri á Vágsbø.

Eisini verða onkrir nýggir sangir framførdir. Hetta verður ein av ársins stóru rockkonsertum.

Umframt Hans Edward Andreasen spæla Rúni Mouritsen, Leivur Vitalis og Høgni Fagraberg í Swardi.

Swardi spælir á Vágsbø fríggjakvøldið kl. 03.

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

22. oktober kl. 19:00

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

23. oktober kl. 22:00

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

22. oktober kl. 16:00

Skeivt sløkkilið fekk boð um eld

24. oktober kl. 08:35

Eftirlýsti maðurin afturkomin

23. oktober kl. 09:03