Á miðdegi í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein fullur maður gekk í Steinatúni har hann var ólátaður og órógvaði ferðsluna.
Løgreglan sigur, at tey fóru eftir manninum og tey gjørdu ikki mætari enn at taka hann við sær á støðina, har hann varð settur í brummuna í nakrar tímar til tað var runnið eitt sindur av honum.
Men heilt ókeypis varð hetta ikki fyri hann, tí hann fær 1.500 krónur í bót fyri at broyta skilhaldsreglurnar. Men harafturat fær hann eisiin 1.000 krónur í bót, tí hann vildi ikki siga løgregluni hvør hann var.
Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt hetta seinasta samøgurið.