Ongi úrslit

Sermitsiaq vann fyri teirra talufrælsi

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Miðlahúsið Sermitsiaq og stjóri Masaana Egede vunnu í gjár Talufrælsisvirðisløn 2026, frá Jyllands-Posten grunninum.

-Hettar er sum viðurkenning fyri teirra áhaldandi arbeiði fyri frælsum, kritiskum og sjálvstøðugum journalistikki, undir stórum trýsti frá teimum sum sita við valdinum, sum á mangan hátt royndu at ávirka fjølmiðlarnar. Tað skrivar Jyllands-Posten-grunnurin í tíðindaskrivi.

Tey vísa til hóttanina frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at yvirtaka Grønland, umframt tað stóra trýstið, sum tað hevur lagt á gerandisdagin í miðlahúsinum.

Virðislønin var sett á stovn í 2006. Undanfarnu vinnarar av virðislønini eru rithøvundurin Ayaan Hirsi Ali, blaðmaðurin Puk Damsgård, stjórin í hugskotsstovninum Justitia, Jacob Mchangama, Naser Khader, og advokaturin Mads Pramming.

Saman við heiðrinum, fylgja eisini 100.000 danskar krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

Í gjár kl. 10:23