Ongi úrslit

Sermerkt óhapp í Sandoyartunlinum elvdi til stóran skaða

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Í gjár hendi eitt rættiliga sermerkt ferðsluóhapp í Sandoyartunlinum.

Tað var seinnapartin í gjár, at óhappið hendi, og tað hendi tá ið ein lastbilur koyrdi ígjøgnum tunnilin.

Inni í tunlinum misti lastbilurin brádliga tvey hjól av bakakslinum. Tey stóru hjólini fóru rullandi eftir vegnum við nógvari ferð, og tað eina rakti ein persónbil, sum eisini var í tunlinum. Persónblurin fór í knús. Bilførarin var einsamallur í bilinum, men fekk ongan skaða.

Í sambandi við óhappið var tunnilin stongdur í hálvan annan tíma, til alt varð tikið upp aftur.

Løgreglan kannar nú, hvussu tað kundi bera til, at hjólini loysnaðu. Tey siga, at tað er einki, sum bendir á herverk, ella at tey eru loyst við vilja. Men kannast skal eftir um hjólini eru skift og um tey eru eftirspent og so víðari.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17

Vit vóru noydd at siga nei

Í gjár kl. 12:19