Ongi úrslit

Serlæknapuljan – ein íløga í fólk og framtíð

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
8 tímar síðan

Serlæknapuljan varð sett á stovn av Heilsumálaráðnum í samstarvi við Sjúkrahúsverkið í 2017. Síðani tá hevur hon verið ein týðandi drívmegi í bæði fakligu og menniskjaligu menningini í Sjúkrahúsverkinum.

Endamálið var at bøta um tann vaksandi tørvin á serlæknum, og at tryggja fakliga menning innan sergreinar, har tað var trupult at rekruttera og varðveita serlæknar.


Tað, sum byrjaði við fáum fakøkjum, fevnir nú um meira enn 20 sergreinar, og uml. 20 serlæknar eru settir við stuðli úr puljuni. Soleiðis hevur Sjúkrahúsverkið fingið breiðari fakligt grundarlag, og sterkari møguleikar at byggja upp nýggjar sergreinar.

Aftanfyri hesi tølini eru føroyingar, sum hava valt at koma heim at brúka sínar førleikar til gagns fyri føroyska Sjúkrahúsverkið, samfelagið og sjúklingarnar.

Við stuðli úr puljuni hava vit kunna sett serlæknar við stuðulsfunktiónum, sum tað annars ikki hevði verið fíggjarligt rúm til. Hetta hevur havt stóran týdning. Bæði fyri starvsfólkini, fyri fakligu dygdina og ikki minst fyri sjúklingarnar.

Vit kunnu nú staðfesta, at puljan hevur verið við til at leggja grundarlag undir eina rekrutteringsskipan, sum tryggjar eina meira burðardygga og framskygda serlæknatænastu, og soleiðis eitt betri Sjúkrahúsverk, har vit hava møguleika at útbúgva og varðveita okkara egnu fakfólk.

Ein av størstu styrkjunum er, at puljan gevur møguleika at seta serlæknar. Soleiðis tryggja vit, at útbúnir serlæknar kunnu koma heim, heldur enn at verða verandi uttanlands.

Serlæknapuljan er meira enn bara ein fíggjarpostur. Hon er við til at byggja framtíðina við okkara egnu førleikum. Hon styrkir fakliga grundarlagið, tryggjar dygd, og vísir, at vit vilja hava eitt framsøkið Sjúkrahúsverk á altjóða stigi.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

13 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20