Vit fegnast um hetta væl eydnaða útbúgvingartilboðið, ið veruliga hevur virkað til frama fyri ung, ið bera brek, í Føroyum. Hetta er eitt sólskynsdømi um, at við rímiligum tillagingum í m.a. undirvísing, skúlakørmum, samskifti og samanhaldi, ber væl til at bjóða dygdargóða útbúgving til øll børn og ung. Fleiri góðar røður vórðu hildnar á føðingardegnum í gjár 24. november, millum annað hendan hjá Óla Wolles, fyrrverandi útbúgvingarleiðara, ið eitt nú lýsir søguliga gongdina at menna eitt inkluderandi útbúgvingartilboð í Føroyum.
Góðu gestir, góðu næmingar og starvsfólk
So er serbreytin 10 ára gomul. Tað er ein varði í føroyskari skúlasøgu. Eg fari at hugleiða eitt sindur um, hvussu hetta kom í lag. Á eini UNESCO ráðstevnu í Salamanca í Spania í juni 1994 varð ein yvirlýsing samtykt, sum leggur dent á, at skúlaverkið skal bjóða javnbjóðis útbúgving til allar borgarar, uttan mun til brek, og mett verður, at ein innkluderandi skúlaskipan, ið hevur fjølbroyttar útbúgvingarætlanir og -hættir er besti mátin at fáa eina góða skúlaskipan fyri øll. Hóast Salamancayvirlýsingin ikki er løgfrøðiliga bindandi, hevur hon havt stóra ávirkan á skúlapolitikkin í nógvum londum – eisini í Føroyum.
Í 2002 setti ST ein arbeiðsbólk at fyrireika ein Mannarættindasáttmála fyri fólk við breki, og hesin varð samtyktur á ST-aðalfundinum í desember 2006. Føroya Løgting samtykti um várið 2009 einmælt at seta henda sáttmála í gildi í Føroyum. Hesin sáttmáli ásetur í § 24 m.a., at fólk við breki skulu hava atgongd til góða, ókeypis og innkluderandi útbúgving, t.v.s.. saman við hinum ungu. Tey skulu ikki útihýsast frá vanligu útbúgvingarskipanini.
Hetta tók landsstýrið í 2014 í álvara og setti ein arbeiðsbólk at fyrireika eina serbreytarútbúgving. Eg fekk tann heiður at vera við í hesum arbeiðsbólki. Arbeiðsbólkurin fundaðist dúgliga um heystið 2014, og Frida Poulsen, sum tá var á Mentamálaráðnum, gjørdi eitt megnar arbeiði at leiða bólkin gjøgnum hesa tilgongdina, og eftir hálvt árs arbeiði handaði arbeiðsbólkurin síðst í januar 2015 eitt álit til Bjørn Kalsø, sum tá var mentamálaráðharri, og Anniku Olsen, sum tá var almannamálaráðfrúa. Longu sama vár varð politiskt avgjørt at seta útbúgvingina í verk, og upp á dagin 1 ár eftir fyrsta fundin í fyrireikingarnevndini, tann 20. august 2015, møttu fyrstu næmingarnir á serbreytini á Kambsdali. Tíbetur hava Mentamálaráðharrar og -frúur síðani tikið undir við hesi útbúgving.
Hetta vísir okkum, at hóast alt ikki kemur eftir einum degi, so roynist tað tunga takið í longdini. Legg lítið við lítið, tað verður stór rúgva umsíður, sigur eitt orðatakið. Fyri 31 árum síðan varð fyrstu ferð mælt til eina innkluderandi skúlaskipan; fyri 19 árum síðan varð hetta staðfest í ST, fyri 16 árum síðan bant Føroya Løgting seg til at virka fyri eini innkluderandi skúlaskipan á øllum stigum, og fyri 10 árum síðan, varð henda skúlaskipan sett í verk á miðnámsøkinum við serbreytini á Kambsdali.
Tað fyrsta árið var onki regluverk at arbeiða eftir, so vit royndu at skapa tilboðið við íblástri frá fyrireikandi nevndarálitinum. At byrja við vóru tað Naina Jacobsen, Bogi Petersen og Tóra Norðgerð, sum mannaðu breytina, og sjálvur var eg eitt sindur við á síðulinjuni sum útbúgvingarleiðari. Árið eftir varð námsskipanin skrivað, og tá byrjaðu eisini serbreytarflokkar í Havn og í Klaksvík, og seinni eisini í Suðuroy, soleiðis at skipanin nú røkkur stórum parti av landinum.
Tað hevur verið ein frægd at síggja serbreytina mennast hesi árini. Dugnalig starvsfólk fóru í gongd við hesum eina fyri eyga: at menna einstaka næmingin mest møguligt út frá teimum fortreytum, viðkomandi hevði. Øll byrjaðu ikki í sama stað – og øll koma ikki líka langt. Men málið var – og er – at øll mennast so nógv sum møguligt tey 4 árini, tey ganga á serbreytini.
Eg nevndi at byrja við, at Løgtingið í 2009 setti ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, ið gildi í Føroyum. Hesin sáttmáli ásetur ikki nøkur nýggj mannarættindi, men útgreinar, hvussu lond kunnu tryggja, at eisini fólk við skerdum førleika av onkrum slag, kunnu fáa lut í galdandi mannarættindum.
Vit hugsa kanska ikki so nógv um tað til dagligt, men arbeiðið á serbreytini við at menna tann einstaka næmingin, er eisini eitt arbeiði fyri mannarættindum – tá vit seta tað í tann stóra samanhangin.
Hjartaliga takk skulu tit – bæði fyrrverandi og núverandi næmingar og starvsfólk eins og myndugleikar – hava fyri tykkara íkast og samstarv til at gera serbreytina til tað, hon er – til gagns fyri bæði einstaka næmingin og fyri samfelagið sum heild.
Takk fyri – og hjartaliga tillukku við 10 ára haldinum.