Ongi úrslit

Seks bilførarar mistu koyrikortið í nátt - og ein fekk stóra bót

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Í nátt gjørdi løgreglan ferðslukanningar og tað kostaði ikki færri enn seks bilførarum koyrikortið.

Á einum strekki í óbygdum øki í Sundalagnum, har tað var loyvt at koyra 80, fekk ein bilførari eitt klipp í koyrikortið fyri at koyra 106 kilometrar um tíman.

Men har er eisini eitt strekki í Sundalagnum, niðan ímóti Norðskálatunlinum, har tað bara er loyvt at koyra 60, og har mistu tveir bilførarar koyrikortið fyri at koyra yvir 80.

Har varð ein bilførari tikin afturat fyri at koyra 86 kilometrar um tíman, men tann bilførarin hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár, so hann fekk koyrikortið.

Tað merkir, at hann má lata bilin standa har hann varð tikin og finna aðrar útvegir fyri at sleppa til hús. Men onkuntíð letur løgreglan tey sleppa at koyra til hús, og so fellur hamarin.

Á Skipanesi koyrdu tveir bilførarar 115 og 117 har tað er loyvt at koyra 80, so teir missa eisini koyrikortið.

 Men har varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra, hóast hann ikki hevði koyrikort, og tað er serstakliga dýrt, tí fyrstu ferð, ein verður tikin fyri tað, kostar tað 5.000 krónur í bót. Verður ein tikin fleiri ferðir, hækkar bótin so hvørt.

Annars varð ein bilførari eisini tikin í Havn fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka og vísir úrslitið av blóðroyndini tað sama sum mátingarnar hjá løgregluni, missur eisini hann koyrikortið.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

Í gjár kl. 08:41

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12